Nógv vaktarfólk á ovastevnu

Tað hevur víst seg at rigga væl við at steingja stevnuøkið av, og so hava vaktir við smogurnar inn á økið.

 

Tað er H71, ið stillar við vaktunum, og tað skulu nógvir til, tí tað er so nógvastaðni, at sleppast kann inn á stevnuøkið.

 

Eisini er stevnuøkið býtt upp í tvey, eitt úti á Klivum, og eitt har heima í bygdini, har millum annað pallurin á Nýggjaveg stendur, og matartjaldið á keiini.

 

Hetta er ein nýggj roynd at skipa stevnuna, og tað ber illa til at siga nakað um enn, hvussu tað hevur riggað.

 

Annars kann staðfestast, at tað klárnar meira og meira í, og sum frálíður man helst fara at verða heilt klárt.