Á midnátt í gjárkvøldið var freistin úti at senda inn uppskot til Ársins Fyrstahjálpara 2013.
Tilsamans 29 uppskot eru komin inn.
- Hóast vit hava fingið 29 fráboðanir, so merkir tað ikki, at talan er um 29 ymiskar tilburðir. Vit eru í Føroyum, og tá slepst ikki undan, at sama hending verður fráboðað fleiri ferðir, sigur Anna Dahl Olsen frá Reyða Krossi.
Tað eru einstaklingar, virki og stovnar, sum hava latið inn uppskot til Ársins Fyrstahjálpara 2013. Innkomnu uppskotini verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørum og nevndini í Reyða Krossi.
Tíðliga í januar mánaði fór Reyði Krossur Føroya at sóknast eftir evnum at heiðra sum Ársins Fyrstahjálpari 2013.
Fyri at hava møguleika at gerast Ársins Fyrstahjálpari 2013, skal viðkomandi persónur á ein heilt serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp í 2013.
Ársins Fyrstahjálpari 2013 fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu.
Hósdagin tann 13. februar 2014 verður Ársins Fyrstahjálpari 2013 tilnevndur.
Ársins Fyrstahjálpari 2012 vóru Kári Strøm, William Berg og Dánjal Olsen. Heiðurin fingu teir fyri at hava bjarga einum manni, sum koyrdi á sjógv í bili sínum. Maðurin kom sjálvur úr bilinum, men bleiv skjótt lívleysur. teir tríggir dreingirnir fingu mannin upp á turt og veittu honum fyrstahjálp, til ambulansan kom á staðið.