Tvey stórmál eru á skránni í Løgtinginum í dag, sum samstundis eru lagnuuppskot hjá samgonguni. Fyrra málið er uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. Tað er málið um at hækka pensjónsaldurin til 69 ár.
Hitt er uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum – altso málið um at bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin.
Og tað stendur á gomlum nøglum hjá samgonguni. Javnaðarflokkurin er sera kroystur, tí hann hevur í avtalu við Framsókn bundið seg til at hækka pensjónsaldurin aftur fyri at Framsókn góðtekur málið um Suðuroyartunnilin. Nógvar at finningar eru móti Javnaðarflokkinum fyri í heilum at slaka fyri Framsókn. Somleiðis er við fremsta vallyfti Javnaðarfloksins um at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar. Har sigur Framsókn nei, hóast bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka fult undir við tí framvegis, so »er ikki meiraluti fyri málinum«, sigur løgmaður, sum merkir, at Framsókn sigur nei.
Andstøðan ger sær dælt av málinum og fer øll sum hon er at atkøvða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.
Liljan Weihe sigur í álitinum frá trivnaðarnevndini, at hon »tekur støðu í tingsalinum«, sum kann merkja, at hon atkvøður ímóti. Og ger hon tað, so er tað tí, at hon er ímóti uppskotinum um linjuføringina til Suðuroyartunnilin, sum støða nú skal takast til.
Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum er tann einasta, ið roynir at halda fast í málinum um styttu arbeiðsvikuna. Spurningurin er, hvussu hon fer at atkvøða í dag.
Eftir trýsti frá Framsókn er málið um hægri pensjónsaldur á skránni áðrenn málið um Suðuroyartunnilin. Tað er tí, at Framsókn vil tryggja sær, at tað uppskotið verður samtykt áðrenn málið um Suðuroyartunnilin.
Og tað skal ikki so nógv til at fella málið. Tá øll andstøðan atkvøður ímóti, so eru nóg mikið við einari atkvøðu fram samgonguni ímóti og einari blankari. So stendur 16-16, og so fellir málið um at hækka pensjónsaldurin til 69 ár.
Nógv fundarvirksemi hevur verið um vikuskiftið. Eitt nú hevur Javnaðarflokkurin havt floksleiðslufund – sum er hægsti myndugleiki floksins millum landsfundirnar. Har var ikki full semja um, hvat gerast skal. Tí er ikki vist, at flokkurin stendur saman í dag, tá støða skal takast til at hækka pensjónsalurin skjótari enn annars ætlað – fyri at fáa semju um Suðuroyartunnilin.
Hóast málið um hægri pensjónsaldur fellur, so kann málið um Suðuroyartunnilin kortini verða samtykt. Men tað verður so bara, um samgongan, tann parturin sum eftir er, fær hjálp úr andstøðuni til tað. Tí ímynda vit okkum, at eitt uppskot um misálit á løgmann verður lagt fram – og tað verður samtykt, so fella øll mál burtur.











