Nógv upp á spæl á Hálsi

(Hondbóltur) Kyndil og H71 berjast um at fylgja VÍF. í kvøld bresta tey saman á Hálsi

Tveir dystur verða í kvøld í høllini á Hálsi. Hjá monnunum spæla Kyndil og H71, meðan kvinnuliðið hjá kyndli tekur móti Stjørnuni.

 

Hjá monnunum er VÍF á odda við 16 stigum, meðan Kyndil hevur 13 á øðrum plássi, og H71 tíggju stig á triðja plássi. Tí er langt upp til ein spennandi dyst, sum kann fáa stóran týdning fyri stríðið um annað plássið, ið gevur atgongd til FM finaluna komandi ár.

 

Hesin dysturin avgerð einki, men vinnur Kyndil, so verður munurin heili fimm millum liðini. H71 hevur spælt ein dyst færri, og tí kann ein sigur spæla til stóran fyrimun fyri hoyvíkingar.

 

Hjá kvinnunum er Kyndil stórfavorittur í kvøld móti Stjørnuni. Kyndil er nummar trý við einum stigi færri enn Neistin, sum er nummar eitt. Stjørnan hevur bara fingið tvey stig í ár og liggur næst aftast.

 

Mikudagin:

Kl. 18.30 Kyndil – Stjørnan (kvinnur)

Kl. 20.00 Kyndil – H71 (menn)

 

Hósdagin:

Kl. 20.30 Søljan – Neistin (kvinnur)

 

Fríggjadagin:

Kl. 20.00 StÍF – VB (kvinnur)