Á SøluRásini í Ítróttarhøllini á Skála, sum verður aftur næsta vikuskifti, hevur í nógv ár verið fastur táttur at skipa fyri ymiskum undirhaldi, bæði leygardag og sunnudag, meðan stevnan er.
Hetta er ivaleyst eisini ein orsøk til, at stevnan á Skála hevur yvirlivað øll hesi sekstan árini, samstundis sum nógvar aðrar slíkar stevnur ikki eru longur.
Ein tíma eftir, at SøluRásin letur upp leygardagin 9. november klokkan 15.30, fer Sámal Ravnsfjall á pallin, og Sámal er altíð áhugaverdur at lurta eftir.
Heilt fram til klokkan 21, tá Jens Marni Hansen og Pauli Magnussen fara á pallin, verður undirhald. Klokkan 17.30 og klokkan 20 verða mótaframsýningar, og klokkan 19 fara TrøllaPætur og TrøllaOmman á pallin.
Bæði leygardagin og sunnudagin letur SøluRásin upp klokkan 15.30. Av undirhaldi sunnudagin kann nevnast, at mótaframsýningar verða klokkan 16.30 og 19.
Fyrsta tónleikatiltakið sunnudagin verður klokkan 18, tá Kular Røtur fara á pallin.
Løtan, sum ivaleyst fer at savna nógv fólk við pallin í Ítróttarhøllini á Skála, verður klokkan 20.15, tá Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen fara at syngja og spæla.
Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið á SøluRásini, er, at trekt verður á pallinum um ymiskar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin.
Sunnukvøldið verður so eisini drigið millum øll seld atgongumerki - fyri báðar dagarnar samanlagt - og her hava vitjandi høvi at ogna sær høvuðsvinningin, sum er tveir kekkar á 4000 krónur.
SøluRásin í Ítróttarhøllini á Skála letur aftur sunnukvøldið 10. november klokkan 21.30.










