Hóast nógvar flogvanlukkur hava kravt nógv mannalív seinastu mánaðirnar, so hevur flogtrygdin ongantíð verið betri enn nú.
Vanlukkan týsdagin er hin fyrsta stóra flogvanlukkan í Evropa síðani 2008, og sambært International Air Transport Association, sum umboðar 200 flogfeløg, var lutfallið fyri flogvanlukkur í Evropa í fjør einans 0,15 mist flogfør fyri hvørja millión flogtúrar. Fyri alla flogvinnuna var 2014 tað tryggasta árið, við einans einum óhappi fyri hvørjar 4,4 milliónir túrar.
Eisini á heimsplan eru tey færri, ið doyggja í flogvanlukkum. Sambært Aviation Safety Network, doyði 692 fólk í flogvanlukkum í 2014. Tað er hægri enn árið frammanundan, men væl lægri enn til dømis í 2005, tá 1074 fólk mistu lívið í flogvanlukkum.
Tann ógvusligasta flogvanlukkan í Frankaríki var í 1973, tá 346 fólk lótu lív.
- Um lutfallið fyri vanlukkur tá verður samanborin við øktu ferðsluna í dag, vildu vit havt eitt óhapp hvønn 41. tíma, sigur Harro Ranter, stovnari av Aviation Safety Network við Wall Street Journal.
Hann greiðir frá, at góða menningin stendst av, at flogfør og útgerð eru nógv tryggari í dag enn áður, umframt at venjingin hjá flogskiparunum er nógv betri.
- Teldurnar eru vorðnar nógv fleiri og betri og vakja nú yvir alskyns kunning nógv skjótari, oftari og neyvari, enn menniskju megna. Hetta tekur nakað av byrðu av flogskiparanum, sum so fær størri yvirskot til at eygleiða og taka røttu avgerðirnar, tá tað gerst neyðugt, sigur flogskiparin og veðurfrøðingurin í DR, Morten Lynge.










