Nógv tey flestu, sum fara undir hægri lestur í Føroyum, velja sær útbúgvingar, har tey sleppa at arbeiða við fólki. Tað er niðurstøðan, nú freistin at søkja inn á Fróðskaparsetrið, er farin. Tað vísir seg nevniliga, at nógv tær best umtóktu útbúgvingarnar eru sjúkrarøktarfrøði, umframt útbúgvingin til lærara og pedagog.
Og av teimum er útbúgvingin til sjúkrarøkt nógv best umtókt, tí har er gravgangur eftir at sleppa inn. Í hesum sambandi hevur Setrið fingið heilar 84 umsóknir til tað útbúgvingina.
Sjúkrarøkt hevur altíð verið eitt kvinnustarv og tað er tað framvegis, tí talan er um 82 kvinnur og tveir mans, sum vilja sleppa at lesa sjúkrarøktarfrøði.
Tann útbúgvingin, sum er næstbest umtókt, er Læraraskúlin, har 68 fólk hava søkt inn. Eisini lærarayrkið er við at verða eitt kvinnustarv, tí tað eru 43 kvinnur og 25 menn, sum hava søkt inn á tað útbúgvingina.
Og tann triðja útbúgvingin, sum er serstakliga vælumtók, er pedagogskúlin, har 60 fólk hava søkt inn. At vera pedagogur er eisini eitt kvinnustarv burturav, tí av teimum 60 umsøkjarunum, eru 57 konufólk.
Les eisini: Kvinnurnar yvirtaka Fróðskaparsetrið
Hinvegin er KT verkfrøði ein mannfólkaverð burturav, tí av teimum 37 umsøkjarunum, sum vilja lesa KT verkfrøði, er bara ein kvinna.
Men hetta er eisini ein av tveimum útbúgvingin, har kvinnurnar eru við undirlutan, tí yvirhøvur eru nógv fleiri kvinnur enn menn á teimum ymsu útbúgvingunum.
Umframt KT verkfrøði, er søga einasti lesnaðurin, har meirilutin av umsøkjarunum eru mannfólk. Tilsamans vilja 14 umsøkjarar sleppa at lesa søgu, 10 mannfólk og fýra konufólk.
|