Nógv tey flestu vilja arbeiða niðursetta tíð

Á fleiri arbeiðsplássum eru tað bara 10 prosent av starvsfólkunum, sum arbeiða fulla tíð

Tey allarflestu, sum arbeiða í eldrarøktini, heilsurøktini og í barnagørðunum, vilja heldur arbeiða niðursetta tíð enn tey vilja arbeiða fulla tíð. Tað siga løgtingslimir fyri samgonguna. Tað verður ofta sagt, at tað er ein stórur trupulleiki í eldrarøktini, sjúkrarøktini og á dagstovnunum, at fólk sleppa ikki at arbeiða fulla tíð og tað verður mett, at tað er ein orsøk til starvsfólkakreppuna á hesum økjum.

 

Men nú hevur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, lagt uppskot fyri Løgtingið um, at øll skulu hava rætt til at arbeiða fulla tíð.

 

Men nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, siga umboðini fyri samgonguna, at málið er ikki búgvið at taka støðu til. Tey siga nevniliga, at orsøkirnar til, at tey ikki arbeiða fulla tíð, eru ikki lýstar út í æsir.

 

– Tað er neyvan nakar ivi um, at fremsta orsøkin er, at starvsfólk á ávísum økjum vilja sjálvi at arbeiða niðursetta tíð. Tó vísa tøl frá 2011, at 20 prosent av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, vilja arbeiða fulla tíð, siga tey í samgonguni.

 

Tey siga, at Rættarnevndin hevur fingið upplýst, at umleið 90 prosent av limunum í Heilsuhjálparfelagnum arbeiða niðursetta tíð. Í Pedagogfelagnum arbeiða umleið 90 prosent av hjálparfólkum niðursetta tíð, men umleið 60 prosent av námsfrøðingunum arbeiða niðursetta tíð. Sambært Heilsurøktarafelagnum arbeiða umleið 90 prosent av teirra limum niðursetta tíð. Tey hava eisini fingið upplýst, at støðan er nøkulunda tann sama hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Flokkarnir í samgonguni hava fingið upplýst, at ein av orsøkunum til, at starvsfólk á hesum økjum arbeiða niðursetta tíð, er helst tann, at tey arbeiða í skiftisvaktum, soleiðis at tað er nærum ómøguligt at arbeiða fulla tíð.

 

Ein onnur orsøk er, at arbeiðið er so tungt, at tey rætt og slætt ikki orka at arbeiða fulla tíð. Ein orsøk afturat er, at tey vilja hava betri stundir til familjuna og tí vilja tey ikki arbeiða fulla tíð.

 

Men tey í Rættarnevndini hava eisini fingið at vita, at oftast verður søkt eftir fólki at arbeiða niðursetta tíð, og fakfeløgini hava enn einaferð víst á, at vaktarplanirnir gera tað trupult, og í summum førum ómøguligt, at arbeiða fulla tíð, samstundis sum at reglurnar um hvílitíð skulu halda, og samstundis sum at familjulív og arbeiðslív skal hanga saman.

 

Tey í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi vísa á, at tey hava eisini fingið at vita, at sleppa starvsfólk at arbeiða átta samanhangandi tímar um dagin, ber til at arbeiða fulla tíð, men verða vaktirnar styttri, mugu tey arbeiða hvønn dag í vikuni og so missa tey frítíð.

 

Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur somuleiðis fingið, at sleppa tey sum eru nýliga útbúgvin, ikki at arbeiða fulla tíð, rýmdu tey og fingu sær arbeiði aðrastaðni, tí annars fáa tey ov lítið í løn til at liva av.

 

Annars hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini upplýst, at arbeitt verður við at bøta um hesi viðurskifti og landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett ein arbeiðsbólk at støðuna hjá námsfrøðingunum.

 

– Tað er so stórur tørvur á arbeiðsmegi, at arbeiðsgevararnir vilja virka fyri, at starvsfólk kunna arbeiða fulla tíð. Men teir ivast í, um tað er rætt at seta arbeiðstíðina niður, nú tað er so stórur tørvur á arbeiðsmegi.