Tað var ein søguligur dagur 14. februar, tí ongantíð áður munnu 3 føroysk kykmyndaløg vera komin út sama dag.
Men hendan romantiska dagin í februar, meðan pør í øllum vesturheiminum royndu at finna sær stundir til okkurt hugnaligt saman, gjørdu tríggjar av markantastu føroysku songrøddunum um seg. Eivør lat nýggja kykmyndalagið “Rain” út, Teitur lat lagið “It’s Not Funny Anymore” út og svenski bólkurin hjá Mikkjal Gaard Hansen Massdistraction lagið “Follow the Rats”.
Nú eitt sindur meira enn tvær vikur eru farnar hevur Eivør júst runda 11.000 vísingar, meðan lagið hjá Teiti er víst beint yvir 2.300 ferðir, og Massdistraction er víst beint yvir 1.900 ferðir. Sostatt hevur stórsligna kykmyndalagið, ið Heiðrik á Heygum hevur gjørt til Eivør veruliga fingið flog.