Nógv sleppa undan at taka á vápnaprógv

Hóast tað nú verður eitt krav, at tann, sum eigur byrsu, skal taka vápnaprógv, eru tað nógv, sum sleppa undan

Sum vit skrivaðu áður í morgun, verður tað nú eitt krav, at tey, sum eiga byrsu, skulu á skeið at taka vápnaprógv.

 

Samstundis verður skipað fyri skeiði upp á tilsamans níggju tímar, har undirvíst verður bæði í teori og í skjóting.

 

Men tað eru ikki øll, sum hava fyri neyðini at fara á skeið fyri at fáa vápnaprógv.

 

Ein  nærlagdur lesari hevur gjørt okkum varug við, at fleiri undantak eru, soleiðis, at tað er ein hópur av fólki, sum eigur byrsu, men sum kann fáa vápnaloyvi, uttan at fara á vápnatrygdarskeið.

 

Á nýggjárinum kom nýggj vápnalóg í gildi og nú verður arbeitt við at skipa vápnatrygdarskeiðini.

 

Men tað eru bara tey, sum ogna sær byrsu fyrstu ferð, sum skulu á skeið. Samstundis er tað bara tey, sum vóru yngri enn 30 ár á nýggjárinum, sum skulu á skeið.

 

Tað merkir, at tey, sum vóru 30 ár á nýggjárinum, og sum eiga eina lógliga byrsu, kunnu fáa søkja um at fáa vápnaprógv, uttan at fara á vápnatrygdarskeið.

 

Men í hesum vápnaprógvum verður viðmerkt, at viðkomandi ikki hevur tikið vápnatrygdarskeiði.