Nógv sleppa lættari - onnur skulu rinda meir

Hereftir skal gjaldið til Kringvarpið hækka tvey prosent um árið

Hereftir skulu øll ímillum 24 og 66 ár rinda 150 krónur í part í kringvarpsgjaldi. Samstundis skulu tey undir 24 ár einki rinda og pensjónistar skulu rinda 50 krónur um mánaðin.

 

Hetta er høvuðstátturin í einum uppskoti, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur lagt fyri Løgtingið.

 

Nýggja samgongan ætlar at broyta kringvarpsgjaldið  - og ein onnur broyting er tann, at hereftir skal kringvarpsgjaldið eisini hækka tvey prosent um árið.

 

Samstundis skal tað vera Taks, sum tekur peningin av skattinum, á saman hátt sum at Taks tekur gjaldið fyri Heilsutrygd av skattinum.

 

Higartil hevur hvørt húski rindað 3.625 krónur í Kringvarpsgjaldi um árið, sama, hvussu nógv fólk eru í húskinum.

 

Sostatt hevur krinvarpsgjaldið verið ein tung byrða hjá húskjum við einari inntøku og hjá láglønarbólkum sum lesandi og fólkapensjónistum, heldur Rigmor Dam.

 

Framyvir skulu fólk ímillum 24 - 66 ár sotatt rinda 1.800 krónur um árið í kringvarpsgjaldi í part, fólkapensjónistar skulu rinda 600 krónur um árið, men børn og ung upp til 24 ár, einki rinda.

 

Tey upplýsa eisini, at  umleið ein triðingur av øllum húskjum í landinum telur bara eitt fólk, og 10 prosent eru støk við heimabúgvandi børnum.

 

Sostatt fara støk at gjalda minni enn helvtina av tí, tey rinda í dag, ung undir 24 ár sleppa heilt undan, og fólkapensjónistar skulu rinda munandi minni, ella 600 krónur um árið.

 

Harumframt skulu virki sum rinda minst 500.000 krónur í lønum um árið, eisini rinda meiri, og tey, sum rinda minni enn 500.000 krónur í lønum, skulu rinda minni í kringvarpsgjaldi.

 

- So her er hópin av fólki, sum fær ein munandi fíggjarligan lætta í gerandisdegnum, sigur Rigmor Dam.

 

Hon sigur, at eitt endamál er, at øll fólk yvir 24 ár, skulu rinda kringvarpsgjald, eisini tey, sum av ávísari orsøk sleppa sær undan í løtuni.

 

Inntøkan hjá Kringvarpinum av kringvarpsgjaldinum var 47 milliónir krónur í 2014, men nýggja skipanin fer at geva einar 59 milliónir krónur um árið í kringvarpsgjaldi.

 

Men afturfyri skal Kringvarpið ongar inntøkur hava av lýsingum, tí tað skal hvørki vera fíggjarliga bundið av privatum lýsarum, ella kappast við privatu miðlarnar um handilslýsingar.

 

Bara í heilt serligum førum kann Kringvarpið fáa fyritøkur og einstaklingar at stuðla sendingum, eitt nú í sambandi við stór og avgerandi ítróttatiltøk, tónleikatiltøk, ella onnur umfatandi mentanartiltøk.

 

Hinvegin sleppur sjónvarpið at senda sjónvarpslýsingar, men allar inntøkurnar skulu í landskassan og síðani latast privatu miðlunum í stuðuli, ætlar Rigmor Dam.