Somikið nógv skip eru komin at leita sær lívd at kaiin er full. Millum teir sum liggja eru fiskibátanir, sum allir eru komnir inn.
Hóast vestan er ring ætt í Saltangará, so hava skipini ligið væl. Runavíkar havn hevur ikki hoyrt um nakran skaða. Nakrir smálutir eru farnir á flog, ein av lutunum er eitt kar.
Meðan vit tosaðu við Runavíkar havn, vóru tey á veg eftir karinum, at fáa tað uppaftur.












