- Vit hildu nýggjársaftan saman við fólki í grannalagnum. Vit samlaðust at syngja, brenna bál og skjóta fýrverk, og annars hugnaðu vit okkum saman.
Tað sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu.
- Taka vit tað politiska, hevur 2015 ikki bara verið slættur sjógvur. Her hava verið nógv sker á leiðini.
Borgarstjórin sigur seg ikki hava nakra ávísa hending í árinum, sum ta bestu, men upplivingarnar hava sum heild verið nógvar og góðar.
- Eg fegnist um, at tað fíggjarliga hevur gingist kommununi væl. Fleiri ting, sum hava verið á tekniborðinum, eru sett í verk.
Sonni á Horni fegnast eisini um møguleikan, hann fekk at vera við til ungdómsleikirnar í Aalborg í summar, har ung úr fleiri londum møttust fyri at kappast í ymiskum ítróttargreinum, og har leikarar úr Fuglafirði stóðu seg heilt væl.
- Eg brúki ikki so nógva tíð upp á at minnast keðiligar upplivingar. Tó má eg siga, at eg eri sera harmur um, at tað ikki bar á mál at byrja skúlabygging í ár.
Borgarstjórin sigur, at fyri árið 2016 hevur hann sett sær fyri, at skúlabyggingin verður sett í verk, og at Fuglafjørður fær nýtt ÍF-hús.
- At enda vil eg ynskja øllum eitt eydnuberandi nýggjár, sigur Sonni á Horni.