Í morgin og alla komandi viku eru hópurin av rúsevnismálum fyri í Føroya Rætti.
Í morgin eru fleiri rúsevnismál á skránni í Føroya Rætti.
Seks fólk eru ákærd nú mikudagin um euforiserende stoffer, meðan bæði í komandi viku og næstu viku aftur eru fleiri mál um ávikavist euforiserende stoffer ella skunk.
Tað er í fleiri førum tey somu ákærdu, sum ganga aftur, og fríggjadagin 14. februar eru tey allarflestu til sama rættarfund.
Tað eru eisini fleiri hassjplantagur avdúkaðar í seinastuni, og tað er helst ein av orsøkunum til mongu rættarmálini um euforiserandi evnir og um skunk.
Spurningurin er so, um ákæruvaldið ynskir at gera revsingina strangari mótvegis teimum, sum hava hassjplantur, ella hesi nógvu rúsevnismálini eru púra tilvildarlig.
Men frá mikudegnum og báðar tær komandi vikurnar standa altso nógv slík mál á rættarlistanum.










