Nógv ross við til 100 ára hald hjá kappríðingini

At kappríðingin er í stórari framgongd, ber tilmeldingin til ólavsøkukappríðingina boð um. Ikki færri enn 41 ross hava melda til

At kappríðingin er í stórari framgongd, ber tilmeldingin til ólavsøkukappríðingina boð um. Ikki færri enn 41 ross hava melda til, deilt út á seks kappingargreinar, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

 

– Hetta er sera nógv til eina ólavsøkukappríðing og tað mesta hesa øldina. Rossini eru deild soleiðis í greinar, átta eru við í Tølt, sjey í Skeið, fýra í Trav, 10 í Tvíspor ung, sjey í Tvíspor ll flokkur og fimm í Tvíspor l flokkur. Serliga gleðiligt er at luttøkan í tvíspor ung er í stórum vøkstri, skrivar Føroya Ríðingarfelag

 

Kappríðingin, sum verður ólavsøkudag klokkan 15 á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag uppi við Marknagil, hevur eisini 100 ára hald hesuferð. Nakað eyka verður gjørt burturúr, tí millum annað verður livandi tónleikur, tá steðgir eru.

 

Kappríðingarnar eru skipaðar í fimm FM kappingar, harav hetta er tann triðja í ár. Tí byrja stigini eisini at telja eyka, nú kappingin er hálvrunnin. Stórur spenningur er eisini í øllum greinum, tí aftaná tvær kappingar er einki ross ið hevur vunnið báðar. So ringt er at meta um hvør fer at vinna á ólavsøku. 

 

Nógv fólk hava sær sum fastan sið at byrja ólavsøkudag við kappríðing. Tá tað í ár eingin annar ítróttur er á skránni ólavsøkudag, man tað væntast at koma enn fleiri enn vanligt.