Tað skal vera eitt krav, at minst ein triðingur av øllum fiski, sum verður avreiddur í Føroyum, skal bjóðast út av almennari uppboðssølu.
Tað heldur Alfred Olsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum.
Hann leggur afturat, at sleppur hann at ráa, verður tað ikki bara ein triðingur, men annarhvør túrur hjá øllum skipum, skal avreiðast til eina uppboððsølu.
Alfred Olsen sigur, at hetta skal gerast við lóg og eigur at vera ein partur av illa umstríddu fiskivinnuskipanini, sum arbeitt verður við í hesum døgum.
Tað hevur verið eitt krav, at minst 30% av fiskinum varð seld yvir uppboðssølu í Føroyum. Men hendan skipanin er síðani avtikin aftur - Síðani tá er tað bara gingið skeiva vegin, tí nú eru flest øll skip knýtt at ávísum virkjum, og tí avreiða tey fiskin beinleiðis til hesi virki, sigur Alfred Olsen.
Avleiðingin er, at í dag eru tað at kalla ikki meiri enn eini fimm skip, sum selja mest sum alla sína veiðu á uppboði.
Alfred Olsen heldur, at hetta er sera óheppið, bæði fyri skipini og manningarnar, hvat prísi viðvíkur.
Hann sigur, at tá ið mestum allur fiskurin verður seldur undirhonds, er tað ein stórur spurningur, um prísurin, skipini, og harvið manningarnar, fáa fyri fiskin, er tann rætti. - Hevði prísurin ikki verið hægri, varð fiskurin seldur á almennari uppboðssølu, spyr hann?
Samstundis er avleiðingin, at tey virki og arbeiðspláss úti um landi, ið ikki eiga part í skipum, hava ongan møguleika at fáa fatur á fiski.
Tí skal munandi meir seljast á uppboði, soleiðis at øll hava møguleika at bjóða uppá fiskin, eisini tey virkini sum ikki eiga part í skipum fáa atgongd til fiskin, sigur Alfred Olsen. |










