Nógv meira rúsevni smuglað til Svøríkis

Mongdin av rúsevnum, sum verða smuglað til Svøríkis, hækkaði munandi í 2023.

 

Svenska løgreglan hevur í dag víst fram stórar nøgdir av rúsevnum fyri fjølmiðlum Myndir: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix

Tilsamans varð hald lagt á 11 tons av rúsevnum í Svøríki í fjør ímóti 5,2 tonsum árið fyri. Tað sigur svensku tollmyndugleikarnir, Tullverket, í dag.

Tað er serliga mongdin av cannabis, amfetamin og kokaini, sum er hækkað munandi.

Eisini er hald lagt á tvívalt so nógv í 2023 í mun til árið fyri.

– Tað er ikki hent áður, sigur aðalstjórin í Tullverket, Charlotte Svensson, sambært svensku tíðindastovuni TT.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

 

Svenska løgreglan hevur í dag víst fram stórar nøgdir av rúsevnum fyri fjølmiðlum Myndir: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix

Savnsmynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix