Tjørnuvík hevur nakað, sum fleiri bygdir ikki hava.
Her er ein sonevndur Listafólkabústaður, ið er ein staður til skapan og hugsavnan.
Tað er gamli skúli í bygdini, sum kommunan hevur latið dagføra og byggja um til hetta endamál.
Í 2014 varð samstarvsavtala undirskrivað millum LISA (Listafólkasamband Føroya) og Sunda kommunu um at bjóða skúlan í Tjørnuvík út sum listafólkabústað.
##med2##
Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki til listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku og heilt upp í tríggjar mánaðir.
Tá søkt verður um uppihald í listafólkabústaðnum, skal í stuttari lýsing greinast, hvat listafólkið ætlar sær við uppihaldinum, og her skal ymiskt annað, eitt nú CV, tekstir, myndir og annað viðkomandi tilfar sendast við umsóknini.
Kundi tú hugsað tær nakrar dagar í hesum hugnaliga og kveikjandi umhvørvi í Tjørnuvík, kunnu umsóknir sendast til lisa(at)lisa.fo.
Riggar sera væl
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at samstarvið við LISA hevur riggað sera væl.
- Tey hava samband við listafólkini, bæði her heima og uttanlands, og hetta samstarv ger, at bústaðuri í Tjørnuvík verður rættiliga nógv brúktur.
Borgarstjórin vísir á, at tað er lutfalsliga bíligt hjá listafólki at búgva í Tjørnuvík og tað, sum hetta gevur í leiguinntøkum, verður deilt millum LISA og kommununa eftir ávísum leisti.
- Vit hava eina ávísa rakstrarjáttan til Listafólkabústaðin, og eftir at gamli skúli í Tjørnuvík er umbygdur og dagførdur til hetta endamál, hevur raksturin av húsinum verið lutfalsliga bíligur, sigur Jógvan Kruse.











