- Tað er ein trupulleiki, at nógv lesandi brúka ov nógva tíð upp á at arbeiða, og ov lítla tíð upp á at lesa.
Tað segði Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinan fyri Javnaðarflokkin, frá fleiri lærarum á hægri lærustovnum, tá ið Løgtingið skifti orð um ætlanina hjá samgonguni um at lækka inntøkumarkið hjá lesandi fyri at fáa studning.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at hámarkið fyri, hvussu nógv, lesandi kunnu forvinna um mánaðin, uttan at missa studning, skal lækkast úr 20.000 krónum, niður í 15.000 krónur um mánaðin.
Hetta fer at føra við sær, at lesandi fara at arbeiða minni ímeðan tey lesa, enn tey gera nú, segði Kristianna Winther Poulsen.
Hon helt, at tað er ein spurningurin er um tað ber til at lesa, og arbeiða fyri 15.000 krónur um mánaðin.
Ein lesandi á hægri lærustovni brúkar 42- og 45 tímar um vikuna upp á útbúgvingina, og lærarar siga, at tað ber ikki væl til, tá ið lesandi arbeiða hálva, ella fulla tíð, afturat.
- Tað er ein vansi fyri læruna og tað ger lærutíðina óneyðuga langa.
Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at hetta fer ikki at ávirka tað stóra talið á lesandi.
Hon staðfestir eisini, at studningur til lesandi er nettupp eitt endurgjald fyri at tey ikki kunnu arbeiða ímeðan tey lesa. Tað er orsøkin til, at vit yvirhøvur hava eina skipan við studningi.
Áður kundi lesandi forvinna 240.000 krónur um árið, uttan at missa stuðul, men nú markið lækkar, kunnu lesandi framvegis forvinna 180.000 krónur um árið, uttan at missa stuðul.
- So kunnu vit spyrja, hvussu stóran tørv, ein sum forvinnur 180.000 krónur, hevur á at fáa ein almenna studning, helt hon.
Óluva Klettskarð samantvinnaði eisini hetta við ætlaða skattalættan til lág- og miðalinntøkur, samstundis sum lesandi undir 24 ár, sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.
Sjálv staðfesti Rigmor Dam í viðgerðini, at tað, at vera undir útbúgving, er eitt fulltíðarstarv og tað skal virðast sum eitt fulltíðarstarv.
- Tað skal sjálvandi bera til at arbeiða afturat lestrinum, men kanska ikki heilt so nógv, og so fáa lesandi lestrarstuðul sum eitt endurgjald fyri, at tey ikki kunnu vera so nógv til arbeiðis.
Eisini hon vísti til onnur sosial tiltøk, samgongan ætlar at seta í verk við skattalætta, familjuískoyti og lækkandi kringvarpsgjaldið
Onnur tingfólk halda, at tá ið inntøkumarkið verður lækkað, er tað ikki fyri at taka hugin frá lesandi til at arbeiða, tað er fyri at fáa tey at lesa skjótari.
- Tað eru nógvar kanningar, sum vísa, at ein útbúgving tolir ikki at arbeiða meiri enn 15 tímar um vikuna, so rakar tað lesturin, segði Rigmor Dam.
Hon vísti eisini á, at lærarar á miðnámsskúlum og hægri lærustovnum, gremja seg ofta um, at tey lesandi eru ikki fulltíðarlesandi, og tað fær avleiðingar fyri avrikið og uppmøting
- Og sum myndugleiki skulu vit vísa, hvat vit vilja á økinum, segði Rigmor Dam.