Nógv lakari haruveiða

Higartil í ár hevur haruveiðan bert verið ein triðing av veiðini somu tíð í fjør.

Nú tríggjar vikur eru farnar av harutíðini, er samlaða veiðan einans ein triðing av tí, hon var um somu tíð í fjør.

 

- Higartil í ár eru 1.055 harur skrásettar at vera skotnar á 113 túrum ímóti 3.050 harum á 237 túrum í 2014. Tað vánaliga veðrið, ið verið hevur, er helst ein partur av orsøkini, men sum heild er lítil hara at síggja, siga harumenn kring landið. 

 

Tað veit Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, í kvøld at siga á facebook-síðuni, Haruskjóting í Føroyum.

 

Hetta kann eisini lesast á heimasíðuni www.haran.fo, har úrslitini frá haruskjótingini kring landið verða løgd inn, og har til ber at fylgja við, hvussu haruveiðan hevur gingist kring landið.