Nógv í vanda fyri at missa nummarpláturnar

615 mál um plátumiss latin løgregluni

 

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 615 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2023.

 

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.