Tað er rættiliga hált fleiri staðni í morgun. Serliga ringt var tað í Kollafjørði, frá rundkoyringini niðan til tunnilsmunnan. Har var sum á kalvabaki. tí vegurin var avísaður, og avleiðingin var, at bilarnir vunnu ikki á brekkuni. Sostatt stóðu heilt nógvir bilar fastir og sluppu ikki av fetanum, so tað eru nógv, sum hava verið ov sein til arbeiðis í morgun.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at røðin av bilum stóð heilt oman til rundkoyringina, men at síðani kom glið á.
##med2##
Hann sigur, at tá ið tað er so kalt sum nú, kann tað vera ringt at salta, tí saltið býtur ikki á, men verður liggjandi oman á ísinum. Og er so eitt lítið lot afturat, fýkur saltið av aftur vegnum og ger sostatt onga nyttu.
Tað er nevniliga rættiliga kalt og á sjálvari koyribreytini eru niður í fýra, fimm kuldastig, og tá er ikki lætt at salta. Men hóast tað er kalt, er veðrið gott, so við varsemi er koyrandi flesta staðni. Annars er tað hált um alt landið, men á Gjáarvegnum og Oyggjarvegnum, eru vánalig líkindi.
Myndirnar tók Birgir Waag Høgnesen.