Revsingin fyri at gera seg inn á børn kynsliga, skal hækkast munandi.
Tað halda fleiri tingfólk – og tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í barnaverndarmálum, eisini.
Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um eina heildarætlan ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.
Í hesum sambandi vóru tað fleiri tinglimir sum mæltu til, at revsingin fyri at gera seg inn á børn kynsliga, eigur at verða munandi harðari. Og tað heldur landsstýriskvinnan eisini.
- Vit skulu hava havt eina avgjørda null hugsjón, hvat kynsligum ágangi ímóti børnum umræður, sigur hon.
Og hon heldur, at tí er alneyðugt, at revsingin fyri kynsligan ágang ímóti børnum eigur at verða herd.
Tað er ikki tí, at hon væntar, at revsing ger nakran til eitt betri menniskja.
- Men revsingin skal vera ein greiða fráboðan um, at kynsligur ágangur verður ikki góðtikin, halda bæði Annika Olsen og fleiri tinglimir.









