Nógv fólk vóru í 100 ára føðingardegi

- Tað var ein sera stuttlig løta, tá starvsfólk á ellisheiminum sungu ein sang fyri føðingardagsbarninum.

Í gjár varð 100-ára føðingardagurin hjá Onnu Poulsen hátíðarhildin á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, har Anna til dagliga býr.

 

- Sera nógv fólk vóru komin saman til dagin. Familja var komin uttanlands, og umboð fyri Landsstýrið og Almannaverkið vóru eisini til staðar.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tað var ein sera stuttlig løta, tá starvsfólk á ellisheiminum sungu ein sang fyri Onnu.

 

- Hetta var sangurin “Gamla Anna” úr sanginum Lítli Snar, sum tey høvdu gjørt til høvið.

 

Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, segði nøkur orð og handaði Onnu eina gávu vegna Tvøroyrar kommunu.