Nógv fólk til regatta setanina

Regatta 2013 varð sett í dag í fagrasta veðri. Nógv fólk var komið saman, tá Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, flutti fram røðu og setti regattaina.

Í ár er tað 13. ferð, at regattain verður hildin. Hon byrjaði á Eiði í dag, har bátarnir møttust og loystu frá landi. Fyrst verður steðgað í Hósvík, og í morgin verður farið víðari til Nólsoyar.

 

Nógv fólk var komið saman niðri við bátahylin á Eiði í dag seinnapart. Longu tveir tímar áðrenn setanina var nógv fólk komið oman. Tað vóru mest fyriskiparar og bátafólk, sum vóru har tá.

 

Fleiri stóðu á landi, meðan onnur vóru í einum av mongu bátunum. Í summum bátum sótu tey og drukku kaffi í góðveðrinum, meðan í øðrum bátum riggaðu tey til. Veðrið var so avbera gott, og tískil var lagið eisini gott.

 

Kl. 17 setti Jógvan Í Skorini regattina 2013. Tá vóru nøkur hundrað fólk savnað at lýða á. Bæði regattafólk og bygdafólk.

 

Tá regattain var sett, gjørdu fólk seg klár at fara avstað. Nøkur drógu róðrarbátar á sjógv, onnur settu seg í stýrhúsið, meðan uppaftur onnur stóðu og hugdu at.

 

Ein fyri og annar eftir fóru bátarnir síðani stimandi suðureftir til Hósvíkar í góðveðrinum, har teir fyrstu væntandi verða frammi kl. 20.