Í gjár høvdu vit ein ordiliga góðan veðurdag, har tað næstan ikki regnaði. Einans nakrir fáir dropar vóru til tíðir. Í dag vildi hann tað tó nakað øðrvísi, og máttu regnskjólini finnast fram, so ólavsøkuhárið ikki skuldi blíva vátt.
Óansæð veðrið so høvdu nógv fólk valt at leita sær oman á Vaglið, har landsins hægstu og prestar gingu skrúðgongu úr Tinghúsinum oman í kirkjuna, har Hans á Gørðum prædikaði. Kórið, sum sang í kirkjuni, var úr Klaksvík. Aftaná gudstænastuna gingu tey skrúðgongu niðan til Tinghúsið, meðan Ólavsøkukórið sang á Tinghúsvøllinum framman fyri næstan fullsettum Vagli. Kl. 13 fóru tingmenninir so innar í Tinghúsið, har Tingið varð sett.
Nokk so skjótt sum løtan var liðug á Vaglinum, byrjaðu fólk at fara, og eftir einum tíma var Vaglið næstan manntómt. Síðstu tímarnar, meðan tað enn hevur regnað nakað illa, hevur býurin ikki verið so fullur við fólki. Men tað fer væntandi at broytast skjótt, tí hann sigur frá betri veðri seinni og enntá turt.