Nógv fólk til Janusar-løtu

Nógv fólk vóru samankomin til Janusar-løtu í Norðurlandahúsinum seinnapartin leygardagin. Skráin var fjølbroytt, bæði fyrilestur, upplestur og sangur vóru á skránni

Leygardagin skipaðu Rithøvundafelag Føroya og Mentunnargrunnur Studentafelagsins fyri Janusar-løtu í Norðurlandahúsinum

Skráin var fjøllbroytt. Hanus Andreassen, rithøvundur, helt fyrilestur um skaldið J. H. O. Djurhuus og um ta bókmentaligu Janusar-ævisøguna.

Tórshavnar Manskór sang tríggjar sangir hjá Janusi, og sjónleikararnir Páll Danielsen og Súsanna Tórgarð lósu yrkingar.

Fyrilesturin hjá Hanusi Andreassen hevði støði í bókunum um skaldið, sum Hanus hevur givið út.

Fyrilesturin snúði seg um hvussu bøkurnar vóru blivnar til. Hann greiddi m. a. frá, at frumspírin til verkið skuldi finnast í barnaárunum, tá hann fyrstu ferð hoyrdi yrkingar eftir skaldið.

Eisini greiddi hann frá hvussu verkið fekk tað snið tað fekk.

Hanus greiddi eisini frá teimum fellum sum liggja, tá ein skrivar slíkar ævisøgur.

Ævisøgan um Janus er ein kritisk ævisøga, har dentur verður lagdur á tað bókmentaliga og søguliga við skaldinum.

Hanus Andreassen tosaði m. a. um líkheitina millum spjadda persónin Janus og spjadda oyggjalandið Føroyar.

Eisini tosaði Hanus um tað, at Janus livdi samstundis sum tjóðskaparrørslan, og hvussu hetta merkti skaldskap hansara.