Dagurin byrjaði við felags morgunmati í Glæmuni, og síðani hevur tað gingið hond í hond.
Kvívíkar kommuna hátíðarheldur í dag og í morgin 100 ára dagin hjá kommununi. Og tað hendir við hópinum av ymiskum tiltøkum.
Sjálv setanin var við IPG-minnisvarðan millum klokkan 10.30 og 11.00, og síðani var farið undir at gróðurseta eina viðarlund.
Fleiri framsýningar vóru á skránni, og bæði Hansina Iversen, Jákup Pauli Lervig og Sofus Poulsen sýndu fram málningar í skúlanum.
Um kvøldið verður skipað fyri føroyskum dansi, og endað verður við dansi í Glæmuni, har Showmenn spæla.









