Men tað gekk friðarliga fyri seg.
Vakthavandi sigur, at nógv fólk var í býnum í nátt, men dugir kortini ikki at siga, um sigurin á Grikkalandi er ein av orsøkunum til tað.
- Tað hendi einki serligt. Væl av fullum fólki var, og onkur var koyrdur heim, sigur vakthavandi.
Sum onkur kanska minnist, var tað eitt serligt lív í í Havnargøtum, tá Føroyar á sinni vunnu á Eysturriki, og sigurin í gjár var minst líka stórur, men tað var kortini ikki slíkt lív í sum tá.
- Tað var eitt vanligt vikuskifti við fullum fólki. Onkur var illa fyri, men alt gekk friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi.