Heilt fitt av fólki var í morgun savnað til móttøku í hølunum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum. Móttøkan var í sambandi við, at Jóhanna á Berg nú hevur tikið við stjórastarvinum, meðan Jørgen Holme er farin frá.
Fleiri røður vóru hildnar, og teirra millum var júst fráfarandi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum takkaði Jørgen Holme fyri gott samstarv, og sum eisini nýtti høvið at fegnast um, at júst Johanna á Bergi hevði tikið við stjórastarvinum.










