Nógv fleiri ríkir menn enn ríkar kvinnur í Havn

270 fólk í Tórshavnar kommunu tjentu yvir eina millión krónur í fjør

Tey 270 fólkini tentu tilsamans 367 milliónir krónur.

 

Tað vísir ein uppgerð, sum kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Har sæst millum annað, at tey 270 fólkini í Havn, sum tjentu yvir eina millión, tjentu í miðal 1.360.000 krónur, sum svarar til eina mánaðarløn upp á 113.000 krónur.

 

Men tað eru menninir so nógv fleiri menn enn kvinnur, sum tjena so nógvar pengar í Havn.

 

Menninir tjentu tilsamasn 318 milliónir, meðan kvinnurnar bara tjentur 49 milliónir krónur.

 

Tað vil siga, at menninir eiga 86 prosent og kvinnur 14 prosent av teimum 270 lønunum í Tórshavnar kommunu í 2021, sum eru yvir eina millión krónur.

 

Hetta og meira kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.

 

Haldarar kunnu lesa Sosialinum á www.sos.fo