Nógv fleiri kvinnur skulu sleppa framat

Nógv fleiri kvinnur skulu veljast í nevndirnar í almennum partafeløgum

Tá ið tað almenna velur nevndir í almenn partafeløg, skulu tað verða áleið líka nógvir menn og kvinnur í nevndunum.

Tað vilja Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum.

 

Tí hava tey bæði nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at tryggja, at kynsbýtið eisini skal vera javnt í almennum partafeløgum.

 

Eftir javnstøðulógini skal tað vera áleið líka nógvar kvinnur sum menn í almennum nevndum og ráðum, men hetta er ikki galdandi fyri almenn partafeløg.

 

Og Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen halda, at tað er ikki nøkur orsøk til, at hetta kravið ikki eisini er galdandi fyri almenn partafeløg.

 

- Tá ið nevndarlimir verða valdir, eigur tað altíð at vera royndir og førleikar, sum verða sett fremst, siga tey bæði.

 

Men tað ber væl til at finna væl skikkað fólk av báðum kynum til allar nevndarsessir í almennum partafeløgum, leggja tey afturat.

 

Tey staðfesta, at verður hugt eftir nevndunum í almennum partafeløgum, Vinnumálaráðið varðar av, sæst skilliga, at tað ikki í nóg stóran mun verður lagt seg eftir at finna væl skikkaði konufólk til nevndirnar:

 

- Í teimum seks partafeløgunum, Posta, LÍV, Vága Floghavn, Atlantsflog, Føroya Tele og Fiskaaling, eru 36 nevndarsessir, men bara 11 av hesum 36 nevndarlimunum eru kvinnur

 

- Menn eiga meirilutan í øllum nevndunum, og bert ein forkvinna situr í tí eina av seks formanssessum. I

 - Í tveimum av nevndunum er bara eitt konufólk, hóast talið av nevndarsessum ongantíð er lægri enn fimm.

Og her viðmerkja tey eisini, at í Atlantsflogi er einasta kvinnan í nevndini útlendsk og býr  uttanlands.

 

- Í tjóðarflogfelagnum hevur sostatt verið mett, at eingin føroysk kvinna, hvørki úti ella heima, hevur røttu førleikarnar at røkja slíkan sess, siga Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen.