Í gjár vóru 73 nýggir tilburðir við koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2.434 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Tað merkir, at smittuprosenti er uppi á trý. Sambært landslæknanum skuldi tað helst verið niðri á í mesta lagi 1,5.
Í løtuni eru 460 smittað, tvey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.