Nógv fleiri hvalbingar hava verið á vali

Tað er størri áhugi hjá hvalbingum at velja í sambandi við kommunusamanlegging enn á Tvøroyri

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Verður samanelegging millum kommunurnar, so missir í øllum førum annar teirra borgarstjórasessin.

Beint eftir klokkan 18 var valluttøkan á Tvøroyri 52 prosent, og tá vit frættu úr Hvalba fyri løtu síðani var hon 72 prosent. Harvið kann staðfestast, at størri áhugi er hjá hvalbingum at velja í dag, nú fólk í Hvalbiar kommunu og Tvøroyar kommunu skulu á fólkaatkøvðu taka støðu til kommunusamanleggin millum báðar kommunurnar. Ætlanin er at leggja saman á nýggjárinum og soleiðis at velja nýtt felags kommunustýri á kommunuvalinum í norvember.

 

Men tað krevur sjálvandi, at meiriluti er fyri kommunusamanleggin í báðum kommunum. Valt verður á Tvøroyri, í Hvalba og í Sandvík, har valluttøkan sambært útvarpinum var um 65 prosent um sekstíðina.

 

Hóast talan er um vegleiðandi fólkaatkøvðu, so verður sagt, at kommunustýrini fara at fylgja fólkaviljanum, og tað skal vera meiriluti fyri samanlegging í báðum kommunum.

 

Vit vænta at hava úrslitið innan tveir tímar.

 

Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Verður samanelegging millum kommunurnar, so missir í øllum førum annar teirra borgarstjórasessin.