Nógv evnarík børn hava meldað til

Børn úr øllum landinum eru vælkomin til kapping í Havn

Í morgin og fríggjadagin verður kapping í Margarinfabrikkini í Havn fyri serliga evnarík børn.

 

Talan er um børn úr triðja til sætta flokk sum fara at kappast og fyrireikararnir siga, at børn úr øllum landinum eru vælkomin.

- Vit hava havt børn úr øllum landinum, sigur Gunn Reginsdóttir Joensen, sum skipar fyri.

 

Hetta er sjeyndu ferð, at skipað verður fyri hesi kappingini og Gunn Reginsdóttir Joensen sigur, at tey flestu kappast í at syngja.

 

Tað mest forkunnuga, tey, sum hevur verið, eru børn, sum eru serliga kring, mestsum slangumenniskju, sigur hon.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gunn Reginsdóttir  Joensen greiða frá