Nú hava børn og starvsfólk hátíðarhildið hesi tjúgu árini við køkum, bollum og kakao.
- Nógv er broytt hesi árini, men framvegis er nógv við tað sama. Átta av starvsfólkunum eru tey somu sum tá, umframt at tey flestu av hinum starvsfólkunum hava verið í starvi í mong ár.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. Lagt verður aftrat, at tað, at fólk hava verið í starvi á stovninum so leingi, er tekin um eitt gott arbeiðspláss.
- Hetta er eisini tekin um eldhuga hjá starvsfólkunum fyri børnunum og teirra trivnaði og menning. Støðufestið hevur verið við til at skapt eitt trygt umhvørvi, bæði fyri børn og foreldur øll hesi árini.
Dagstovnaøkið í Vestmanna fevnir í dag um dagstovnarnar, Gjáarlon, sum er fyri tey minstu børnini, Látipípuna, ið er fyri børn fyri skúlaaldur og Kongskjallaran, sum er frítíðarstova fyri børn í 1-3. flokki.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at dagstovnaøkið í Vestmanna alla tíðina er í menning.
- Í 2023 tóku øll starvsfólk, námsfrøðingar eins og hjálparfólk og leiðsla útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti og rørslu.
Morten Hust Petersen, sum er dagstovnaleiðari, sigur soleiðis:
– At vera eitt góðkent ítróttadagstovnaøki inniber, at vit brúka rørslu sum námsfrøðiligt amboð at styrkja kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum við rørslugleði sum drívmegi.
Herfyri varð Vestmanna kommuna boðin á ráðstevnu hjá Ítróttasambandi Føroya, har dagstovnaleiðarin hevði eina framløgu um, hvussu arbeitt verður við námsfrøðiligum ítrótti og rørslu á dagstovnunum í bygdini.
171 børn ganga á stovni í Vestmanna.