- Nógv er broytt, tað er tíverri ikki broytt til tað betra. Tað sigur Jonhild Eysturberg í Hvalba Hon er veteranurin av øllum í føroyskari heimarøkt, tí nú hevur hon verið heimahjálp í samfull 40 ár, og so vítt vit vita, er hon tann í Føroyum, sum sostatt hevur arbeitt longst í heimatænastuni. Sum vit skrivaðu á her á www.in.fo í gjár, heiðraði Hvalbiar Kommuna hana ígjár fyri 40 ára starvsdagin.
Les eisini: Nógvar góðar løtur og nógvar tungar løtur
Øll tey fyrstu nógvu árini var hon úti í heimunum hjá fólki, men síðani sambýlið í Hvalba læt upp í 2001, hevur hon arbeitt har. - Tað allarfyrstu náttina í 2001, fólk búði á sambýlinum yvirhøvur, hevði náttarvakt, sigur hon.
Men hon sigur, at tey bestu árini, hon hevur havt í arbeiðnum, vóru øll tey fyrstu árini, hon gekk út til fólk. - Eg havi ongantíð havt bil, so og súklaði runt, og hevði eg havt bil, hevði hildið fram at at gingið út til fólk, sigur hon. Hon sigur, at fyrr var heimahálpin nógv betri, enn hon er nú. - Heimahjálpirnar gjørdu ikki bara sítt arbeiði, tær høvdu eisini umsorgan fyri teimum gomlu og sjúku - Fyrr hendi tað seg meiri enn so, at gomul fólk ringdu til mín um kvøldið og onkuntíð eisini um náttina. Oftan var tað fyri at fáa umsorgan, tí tey vóru einsamøll, men onkuntíð var tað eisini tí at tey vóru blivin sjúk og so fingu vit fatur á lækna fyri tey. - Annars gjørdu vit alt møguligt fyri fólk fyrr. Umframt persónliga røkt, vaskaðu vit og gjørdu reint. Vit vaskaðu klæðir, gingu túrar við teimum gomlu, fóru til handils við teimum, ella fóru at keypa við teimum, syrgdu fyri lækna og heilivági, og annars høvdu við stundir at práta við tey.
Jonhild Eysturberg sigur, at fyrr var ikki óvanligt, at fólk høvdu heimahjálp upp í seks tímar um dagin. - Eina tíð høvdu vit eisini náttarvakt, har vit fóru út til fólk um næturnar at kanna eftir, at alt stóð væl til. - Tað hendi seg, at fólk vóru dottin og lógu á gólvinum, tá ið vit komu, so tað var ein skipan, sum kom ógvuliga væl við. Jonhild Eysturberg sigur, at tí var tað eitt stórt bakkast, tá ið skipanin við náttarvakt varð spard burtur fyri nøkrum árum síðani.
- Yvirhøvur er nógv broytt, men alt er til tað verra, tað tori eg at skriva undir upp á, stðfestir hon - Har heimahjálpirnar fyrr høvdu tímar heima hjá fólki, hava tær tær nú minuttir, sigur hon. Og minuttirnir skulu allir skrásetast á eini iPad, leggur hon speiskliga afturat. - At heimahjálpin bara hevur nakrar minuttir til hvørt fólkið, hevur tað avleiðing, at tey fáa lítla og onga hjálp, sigur Jonhild Eysturberg. - Tað er ikki stuttligt at vera gamal í dag. Tey, sum búgva í sambýlum eru frægast fyri, tí tey hava altíð fólk rundan um seg. Tey, sum eru ringast fyri eru tey, gomlu og óhjálpnu, sum búgva heima, og sum bara fáa heimahjálp nakrar minuttir um samdøgurið, tí samfelagið hevur ikki ráð til meiri.
Sjálv droymir Jonhild aftur um eina heimatænastu, sum er so góð, at fólk aftur fara at tora at verða gomul, sum hon málber seg. Og hon er spent uppá, hvussu tað fer at ganga, nú kommunurnar yvirtaka økið á nýggjárinum. - Eg eri ikki heilt vís í, at kommunurnar yvirhøvur hava gjørt sær greitt, hvat tær hava givið seg í kast við, og eg vænti, at tað verður ómetaliga strævið hjá teimum at hava eina góða og trygga tænastu, tí tørvurin er so stórur, sigur hon. Og hon vónar, at skipanin við náttarvakt verður sett í verk aftur.
Á myndini situr Jonhild Eysturberg undir liðini á einum av búfólkunum á sambýlinum í Hvalba, Erhard Næs.
Myndirnr niðanfyri eru frá andaktini leygardagin, tá ið Jonhild Eysturberg varð tikin á bóli,tí hon visti ikki at, at kommunan hevði sett sær fyri at heiðra hana
|










