Nógv bíta á vetrartilboðið

Tað er ikki einans sólarmyrkingin, sum hevur økt um talið á vitjandi í Føroyum, sigur Guðrið Højgaard.

Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár vóru gistingarnar í ferðavinnuni tilsamans 136.000, sum eru stívliga 14.000 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Tað svarar til ein vøkstur á 12 prosent, veit Hagstova Føroya at siga.

 

Størsti vøksturin í talinum av gistingum - um 4.000 - stavar frá fólki búsitandi í Føroyum, og síðani eru um 2.600 frá fólki úr Danmark, um 2.000 frá fólki úr Bretlandi og 1.800 frá fólki úr Norðuramerika.

 

Hetta eru hagtøl, Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er nøgd við at síggja og sum passa væl til tað, arbeitt verður við. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Guðrið Højgaard.

 

Ferðafólk, búsitandi í Danmark eiga 33 prosent av gistingunum og síðani eiga fólk, búsitandi í Føroyum, 24 prosent, meðan europeisk lond uttan fyri Føroyar eiga 21 prosent av gistingunum, og 16 prosent av gistingunum koma frá fólki, ið býr í øðrum Norðurlondum, enn Danmark og Føroyar.