Nógv bíða til síðstu løtu

Nú ein vika er eftir, til freistina hjá partafeløgunum at lata sjálvuppgávuna og roknskapin inn, men enn er stórur partur ikki latin inn

Nú ein vika er eftir, til freistina hjá partafeløgunum at lata sjálvuppgávuna og roknskapin inn, men enn er stórur partur ikki latin inn.

 

Tann 1. juli er freistin hjá partafeløgum og øðrum felagsskapum at lata sjálvuppgávu inn. Ein uppteljing hjá TAKS vísir, at nú bert ein vika er eftir áðrenn freistina, hava bert umleið 30% latið inn. Staðfestast má tí, at tað eru heilt nógv, sum bíða til síðstu løtu.

 

Hetta er fyrsta árið, har tað við lóg er kravt, at sjálvuppgávur og roknskapir skulu latast inn talgilt um Vinnugluggan hjá TAKS, og harvið ikki kunnu latast inn á pappíri longur. Somuleiðis skulu skjølini, sum Skráseting Føroya skal hava, nú eisini latast inn um Vinnugluggan.

 

Við talgildu innlatingini av sjálvuppgávunum fær TAKS nógv neyvari hagtøl fyri innlatingina enn áður. Við nógv størri neyvleika sæst nú í skásetingarskipanini hjá TAKS, nær sjálvuppgávurnar verða latnar inn, og eisini hvussu nógvar eru latnar inn. Undanfarin ár eru sjálvuppgávurnar og roknskapirnir hjá feløgunum komin inn til TAKS í stórum pappírsstáplum og teldupostum. Líðandi hava hesi skjøl verið skrásett og viðgjørd, og ikki fyrr enn drúgva tíð aftan á freistina, hevur verið greitt, hvussu nógv er innkomið av sjálvuppgávum til tíðina, og hvat so restaði í.

 

Hetta er fyrsta árið, har alt kemur inn talgilt, og tí hevur TAKS ikki líknandi hagtøl frá undanfarnum árum at samanbera við. Tí er eisini trupult at siga, um tað er vanligt, at so nógv bíða til síðstu løtu.

 

– Av royndum vita vit, at rættiliga nógv verður latið inn beint uppundir innlatingarfreistina, og tí eru vit sum so ikki órólig. Munurin í ár er tó tann, at øll feløgini mugu hava atgongd til Vinnugluggan, fyri at kunna lata inn. Um feløgini enn ikki hava fingið atgongd til Vinnugluggan, so kann vandi vera fyri, at tey ikki fáa latið sjálvuppgávuna inn til tíðina, og tað er óheppið, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

 

Fyri at lata inn um Vinnugluggan má felagið hava atgongd til Vinnugluggan. Atgongdin fæst frá TAKS, og hóast tað bert eru fáir dagar til 1. juli, so er enn møguligt, í fáar dagar afturat, at fáa neyðugu atgongdina í nóg góðari tíð til at lata partafelagssjálvuppgávuna inn áðrenn 1.juli.