Nógv at samskipa hjá ÍSF-starvsfólkunum

(Ljóðsamrøða) OYL15: Jarvin Feilberg Hansen og hini ÍSF-fólkini hava nógv á skránni, sum skal ganga upp

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Jarvin Feilberg Hansen gjørd á Jersey fyrrapartin.

 

Jarvin Feilberg Hansen, starvsfólk hjá ÍSF hevur stríðst saman við Anniku Lindskov og Petur Ova Petersen at samskipa føroysku oyggjaleikaluttøkuna.

 

Í morgun fingu føroysku luttakararnir, føroysku VIP-arnir og føroysku áskoðararnir síni akkrediterings-merki, sum gevur teimum loyvi at ferðast runt til Jersey at hyggja eftir teimum ymisku ítróttargreinunum.

 

Rás2/in.fo fekk eitt prát við Jarvin Feilberg Hansen meðan hann stríddist at deila út akkrediterings-merki á Radisson Blu hotelinum á Jersey.