Sambært vakhavandi á politistøðini, so hevur løgreglan havt nógv at gera í nátt við ymsum smátingum.
– Nógv fólk hava verið í býnum, og vit hava havt nógv at gera við at taka okkum av fólki, sum hava drukkið ov nógv. Onkrar smávegis ósemjur hava verið, har løgreglan kom ímillum áðrenn tað útviklaði seg víðari, sigur vakthavandi.
Norðfestivalur var á Viðareiði, har var eisini ein løgreglupatrulja, men har er einki at skriva heim um.
– So vit hava einki harðskapsmál liggjandi, hóast tað hevur verið nógv at gjørt, sigur vakthavandi.