Teir sjey limirnir í fíggjarnevndini hjá løgtinginum hava úr at gera í hesum døgum. Stóra arbeiðið í løtuni er at viðgera uppskotið um fíggjarlóg fyri 2014. Eftir at tað varð til fyrstu viðgerð í løgtinginum, fór tað í fíggjarnevndina, har tað nú verður viðgjørt, inntil tað verður greitt at skriva álit at leggja fyri tingið. Uppskotið skal hava aðru og triðju viðgerð,áðrenn løgtingið fer í jólafrí.
Umframt at fíggjarlógaruppskotið støðugt verður viðgjørt, so hevur fíggjarnevndin nógv onnur mál at viðgera. Tað sæst á dagsskránni fyri fíggjarnevndarfundin, sum verður í dag klokkan 10.00. Á skránni eru tólv mál:
1. Gerðabók
2. Løgtingsmál nr. 19/2013: Uppskot til løgtingslóg um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi
3. Løgtingsmál nr. 22/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin (tilfeingis- og loyvisskattur í 2014)
4. Løgtingsmál nr. 24/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
5. Løgtingsmál nr. 25/2013: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2014
6. Løgtingsmál nr. 33/2013: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um vegaføring oman fyri Skálafjørð
7. Løgtingsmál nr. 40/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
8. Løgtingsmál nr. 41/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Broytingar í FAS-afturbering í sambandi við at Eftirlønarlógin kemur í gildi
9. Løgtingsmál nr. 42/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Broytingar í sambandi við, at Eftirlønarlógin kemur í gildi)
10. Løgtingsmál nr. 44/2013: Uppskot til løgtingslóg um broytingí løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum (Eftirlønarlógin)
11. Løgtingsmál nr. 47/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
12. Løgtingsmál nr. 48/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2014-2106"
Í sambandi við viðgerðirnar eru fleiri boðsend at møta í nevndini:
Kl. 10.05 Almenna Fakfelagssamstarvið (lm. 40, 41, 42 og 44)
Kl. 10.25 Samtak (lm. 40, 41, 42 og 44)
Kl. 10.45 Tryggingareftirlitið (lm. 40, 41, 42 og 44)
Kl. 11.15 MBF (lm. 40, 41, 42 og 44)
Kl. 11.45 Landsstýrismaðurin í Vinnumálum saman við FAS (lm. 40, 41, 42, 44 og 47)
Kl. 13.00 Landsstýriskvinnan í Almannamálum (lm. 40, 41, 42 og 44)
Kl. 13.30 Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum (lm. 40, 41, 42, 44 og 48)
Í fíggjarnevndini eru Bárður á Steig Nielsen, formaður, Kristina Háfoss, næstformaður, Jákup Mikkelsen, Rodmundur Nielsen, Bill Justinussen, Aksel V. Johannesen og Eyðgunn Samuelsen.