Nógv á skránni hjá NAX

Heilt stóra tiltakið verður, tá sjálv sólarmyrkingin er, og tá verður ein sonevndur Eclipse festivalur.

NAX - North Atlantic Experience - er ein av fyritøkunum, sum bjóðar mongu ferðafólkunum, ið leita sær til Føroya hesa vikuna, eina serliga uppliving. Fyritøkan er kend fyri at geva ferðafólki og føroyingum serligar upplivingar úti í føroysku náttúruni, og ofta verður skipað fyri aktivitetum, har tú sleppur at royna okkurt meiri enn tað vanliga.

 

Skráin hjá NAX byrjar í dag, hósdagin, tá fyritøkan bjóðar fólki annaðhvørt at koma ein siglitúr út í Hest - ella ein longri gongutúr úr Saksun til Tjørnuvíkar.

 

Siglitúrurin út til vestursíðuna av Hestoynni er serstakur, har gestirnir sleppa at síggja vøkru fuglabjørgini og mongu holurnar. Hildið verður fram til Álvustakk, har fuglabergið sæst avbera væl. Túrurin er við skjóttgangandi marglætisbáti, og ferðaleiðari er við á túrinum.

 

Í dag verður eisini farið gongutúr úr Saksun til Tjørnuvíkar. Gingið verður eftir gomlu bygdagøtuni millum bygdirnar báðar, sum bæði lækni, prestur og onnur brúktu í gomlum døgum. Tá tú nærkast Tjørnuvík, er útsýnið frálíkt oman yvir bygdina, og eisini er gott útsýni til Risan og Kellingina.

 

Fríggjadagin er so sjálvur sólarmyrkingardagurin, og tá hevur NAX ikki hissini skrá at bjóða ferðafólki. Skipað verður fyri tveimum ymiskum gongutúrum, og harumframt verður skipað fyri rapelling, kajaksigling og siglitúri kring Nólsoynna.

 

Tað heilt stóra tiltakið verður tó, tá sjálv sólarmyrkingin er, og tað er ein sonevndur Eclipse festivalur, sum verður á Húsareyni. Har er útsýnið framúr gott, og høvið verður at síggja, hvussu djórini hátta sær í sólarmyrkingini. Eisini verður borðreitt við onkrum góðum úr føroyska spískamarinum, og spælimannatónleikur verður á skránni.