Meðan summir menn ganga í fjølunum og skjóta harur, onnur eru til talvkapping, onkur á loppumarknaði ella leita í handlum eftir onkrum spennandi, eru tað summi, sum svíða seyðarhøvd í dag.
Úti á Oyravegnum í Klaksvík stóð ein maður við einum nýggjum haldistativi og sveið trý seyðarhøvd í senn. Inni í seyðahúsinum gingu menn til handa – Tann eini klippti ullina av, ein vaskaði, meðan tann triðja kleyv høvdini við sag.
Har reyk væl av røstum, so ivaleyst verða onkur høvd í pottinum hetta vikuskiftið.