Nógv á skránni á Tvøroyri

Ein rúgvusmikil skrá er løgd fyri tiltøkini, sum verða í Tvøroyrar kommunu til jólar

Jólatræið í miðbýnum á Tvøroyri verður tendrað sunnudagin 26. november klokkan 16, sum er sunnudagin. Hanus Pál Jógvansson, prestur, fer at halda røðu, og Tvøroyar Hornorkestur fer at spæla.

 

Jólamenn koma við pakkum til børnini, og bollar og heitt kakao verður at fáa.

 

Jólatræið í Øravík verður tendrað leygardagin 10. desember. Hetta verður eftir gudstænastuna við Anniku Magnussen Gaard, presti, sum verður klokkan 11.

 

Eisini við løtuna her fer Tvøroyrar Hornorkestur at spæla, og síðan verður drekkamunnur í Bønhúsinum í Øravík.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

 

 

 

Ein stór skrá

 

Ein rúgvusmikil skrá er løgd fyri tiltøkini, sum verða í Tvøroyrar kommunu til jólar.

 

Í dag er Black Friday, og tá hava handlarnir á Tvøroyri longri opið.

 

Í morgin, leygardagin klokkan 19, verður jólakonsert í Salt, har Kirkjukórið Ljómur og Tvøroyrar Hornorkestur fara at framføra, bæði hvør sær og saman.

 

Sunnudagin komandi verður jólamarknaður á Seglloftinum, og tá fer eisini gamla Krambúðin hjá Thomsen at hava opið.

 

Øll skráin fyri tiltøk í Tvøroyrar kommunu til jólar kunnu síggjast um Facebook-vangan hjá kommununi.