Tað er ein heilur hópur á skránni fyri sandoyarstevnuna, sum verður komandi vikuskiftið, 22.-24. august.
Stevnan byrjar fríggjadag, og longu fyrsta dagin er nógv ymiskt á skánni, eitt nú hevur Listasavnið opið, eins og tivoli við tombola, fiskibrunnum, hoppiborgum, tarvaríðing og sumowrestling er á skránni.
Fríggjakvøldið verður bæði kafé og barr í Virkinum, og tá verða eisini tríggir stuttfilmar hjá Sakarisi Stórá sýndir. Hetta tiltak verður eisini uppafturtikið leygarkvøldið.
Málningaframsýning verður í Virkinum við listafólkum úr Sandoynni, og konsert verður við MonkeyRat Band ft., eins og Blacksheep fer at spæla á kafé’ini og barruni í Virkinum til væl út á náttina.
Leygardagurin byrjar við, at Sands kommuna bjóðar ókeypis morgunmat í ovaru hæddini í Bókasavninum, og um middagsleitið verður barnatiltak á sandinum, har børn sleppa at kappast um at byggja flottasta slottið úr sandi. Fyrireikararnir siga, at klárt verður at byrja at byggja frá klokkan 9 leygarmorgunin.
Leygardagin sleppa børnini eisini at koyra í traktori, høvi verður til jollu-túrar í ánni, og eisini verður skattajakt.
Tey smæstu børnini fáa eisini høvi at spæla ymisk spøl, og søla verður eisini av matpakkum, har til ber at fylla sær matareskjuna fyri 40 krónur.
Setanin av sandoyarstevnuni verður leygardagin klokkan 14, og tað verður borgarstjórin, Brandur Sandoy, sum fer at halda røðu.
Leygardagin verða eisini ymiskar framsýningar, eins og kunningarstovan fer at hava myndaframsýning, sum vísir gongdina, tá bundið varð upp á Rættarsteinin.
Seinnapartin leygardagin verður tivoli við áðurnevndu tiltøkum eisini opið, og málningaframsýningin í Virkinum verður eisini opin seinnapartin leygardagin og út á leygarkvøldið.
Stuttfilmarnir hjá Sakarisi Stórá verða sýndir leygardagin, og í Listasavninum verður Solo Bass-konsert við Arnoldi Ludvig. Fornminnissavnið í Koytu verður opið, og framsýning verður av gomlum myndum í Akselsa Handli.
Ymiskt annað verður eisini á skránni leygardagin á sandoyarstevnuni, og eitt nú verður Hoyløðan undir Gøtuni opin, og her verður smurt breyð og leskandi til sølu.
Seinnapartin leygardagin verður eisini steypadystur millum B71 og B68 Inni í Dal, og túrur verður gjørdur til Rættarsteinin saman við Honnu á Reynatúgvu.
Aðrir fótbóltsdystir verða á lítla vølli leygardagin, bæði millum dreingir, kvinnur og oldboys.
Andaligi parturin liggur heldur ikki eftir leygardagin, tí klokkan 18 verður útimøti við Frelsunarherinum, og út á kvøldið verður høvi at keypa sær grillað íslendskt lambskjøt.
Um midnáttarleitið leygarkvøldið fer Poul Klementsen at halda midnáttarrøðu, og eftir røðuna verður felagssangur.
Seinasta á skránni leygarkvøldið verður dansur í Virkinum við Terja, Eyðun, Kim & Arnold.
Sunnudagin er bert eitt á skrá. Tað er gudstænasta í Sands kirkju við Jákupi Reinert Hansen, presti.