Nógv er hent – men nógv er eftir at gera

Samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini mennist alla tíðina, og samstarvið er gott, sigur landsstýrismaðurin

 

 

Fyri mær sær tað út til, virksemið á teimum trimum sjúkrahúsverkinum ikki er er samskipað, men at tey framvegis verða rikin hvør sær, hóast tey eru løgd saman. Sostatt verður orkan á sjúkrahúsunum sostatt ikki verður gagnnýtt til fulnar og arbeiðsbyrðan á teimum trimum sjúkrahúsunum er ógvuliga ymisk.

 

Tað heldur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn. Tí hevur hon spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um støðan í sjúkrahúsverkinum er tann, at sjúkrahúsini samskipa virksemið og um tey sostatt verða gagnnýtt til fulnar.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at síðani sjúkrahúsini vórðu løgd saman,  verður eitt stórt arbeiðið gjørt fyri at samskipa virksemið. Men hann staðsestir somuleiðis at trýstið á sjúkrahúsini er nógv vaksið, tí viðgerðirnar verða fleiri og fleiri. Hann sigur, at nú verða 7-8 prosent fleiri viðgerðir gjørdar enn tá ið sjúkrahúsini vórðu løgd saman og ein orsøk til tað er rætt og slætt, at fólkatalið er so nógv vaksið. Varð virksemið ikki samskipað, høvdu tey ikki klára at arbeiða undan.

 

Og tey royna alla tíðina at menna samstarvið og at brúka øll trý sjúkrahúsini og hann staðfeastir samstundir, at tað tekur sína tíð av tí at virksemið er so umfatandi. Men hann sigur eisini, at samstarvið ímillum teir nýggju stjórarnar er framúr gott. Endamálið er at hava ein felags bíðilista fyri hvørja sergrein, men tað tekur sína tíð.

 

Hann sigur, at tá ið viðgerðirnar verða ov umfatandi, verður neyðugt at lata Landssjúkrahúsið taka sær av tí. Men hann heldur, at vit skulu framhaldandi virka fyri, at samskipa viðgerðina, so at sjúklingar alla tíðina føla, at teir eru í tryggum hondum.

 

Ruth Vang ásannar, at talan er ikki um eina lætta uppgáva, men hon heldur, at tað hevur týdning, at politiski myndugleikin streingir á, og at politiski myndugleikin framhaldandi staðfestir, at vit skulu hava trý sjúkrahús. Hinvegin heldur hon eisini, at politikarar eiga at ansa sær, at teir eru savnandi í sínum orðavalið um sjúkrahúsverkið, og ikki spjaðandi. Men hon heldur, at okkurt kundi verið betri, tí tað er ikki nøktandi, at fólk liggja á ganginum á Landssjúkrahúsini ímeðan pláss er á smærri sjúkrahúsunum.