Nøtir við soppum at fáa í Føroyum

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av nøtum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú í móti einum ávísum slagi av nøtum, sum hava verið at fáa í føroyskum handlum.

Talan er um pakkar við Coop heslinøtkjarnum,og orsøkin til, at ávarað verður ímóti hesi vøru, er, at soppavøkstur funnin í nøtunum.

 

Talan er um pakkar, har nettovektun er 200 gramm og sum halda sær til 11. november og 2. desember í ár.

EAN strikukotu-nummarið er 011355250 og "Dessin" nummarið er 066757

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tá ið soppur er í nøtunum, eru tær ikki mannaføði og tann, sum liggur inni við hesi vøruni, eigur tískil at tveita hana burtur, ella at lata hana inn aftur í handilin, haðani hon er keypt.