Noel Gallagher roynir einsamallur

Noel Gallagher staðfestir, at hann fer nú at royna seg sum sjálvstøðugur tónleikari.

- Eg gleði meg at standa á egnum beinum og eg hugsi ikki um annað í løtuni, sigur hann í stuttari viðmerking við contactmusic.com.

Tað er nú tveir mánaðir síðan, at Noel Gallagher vendi beiggja sínum, Liam Gallagher, og Oasis bakið. Brøðurnir, sum myndaðu bólkin, komu upp at táttast, og fáar tímar áðrenn, at bólkurin skuldi á pall í París í august, boðaði Noel Gallagher frá, at hann gavst í bólkinum.