Nøkur partrolarapør landa í næstu viku

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fáa mest av flatfiski og nakað av toski. 

Her liggur trolbáturin, Skálafossur úr Vestmanna, við landingarmiðstøðina í Havn.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi koma tey flestu inn at landa í næstu viku. 

 

- Eitt par fiskar svartkalva, og tvey pør fiska gulllaks, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði og kemur vænandi inn at landa í næstu viku.

 

- Ein frystitrolari er eisini í Eysturgrønlandi og fiskar svartkalva, verður lagt aftrat.

 

Í løtuni er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fáa mest av flatfiski og nakað av toski. 

 

- Hinir trolbátarnir liggja allir við bryggju, men væntandi loysir onkur um vikuskiftið.

 

 

 

 

 

Her liggur trolbáturin, Skálafossur úr Vestmanna, við landingarmiðstøðina í Havn.